Arbeiðsloysið hevur nú lagt seg í eina fasta legu

Í Suðuroy er arbeiðsloysið framvegis nógv størri enn aðrastaðni

Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið støðugt minkandi hesi seinastu sjey átta árini, men nú hevur tað lagt seg í eina fasta legu.

Tað vísa tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvi arbeiðsloysið í Føroyum.

Uppgerðin vísir, at í juni var arbeiðsloysi var 1,1 prosent.

Fyri einum ári síðani vóru 1,7 prosent arbeiðsleys.

Í juni var arbeiðsloysið hjá monnum 0,9 prosent og hjá kvinnum var tað 1,3 prosent. Sama mánað í fjør var tað 1,5 prosent hjá monnum og tvey prosent hjá kvinnum, men í seianstuni er munurin ímillum kynini minkaður nakað

  Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er

Men uppgerðin vísir eisini, at tað er stórur munur á, hvussu stórt arbeiðsloysið er kring landið.

Tað er lægst er Norðurstreymoy, har tað bara er 0,6 prosent, í Eysturoy er tað bara 0,7 prosent og í Norðoyggjum er tað 0,8 prosent.

Men í Suðuroy var arbeiðsloysið 4,8 prosent í juni mánað í fjør, men í juni í ár var tað komið niður á 3,2. Sostatt var tað tríggjar ferðir so høgt, sum í landinum annars - men her skal leggast afturat, at síðani er arbeiðið tikið upp aftur á uppsjóvarvirkinum hjá Varðanum á Tvørøoyri, so arbeiðsloysið í Suðuroy er uttan iva lægri nú enn tað var í juni.

 

##med2##