Arbeiðsloysið heldur fram við at vaksa

Aftur í oktober mánaði vaks arbeiðsloysið í Føroyum. Serliga er vøksturin í Suðuroy og Sandoy stórur, meðan Norðoyggjar framvegis hava størsta arbeiðsloysið

Arbeiðsmarknaður

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Føroyska arbeiðsloysið veksur framvegis. Í oktober varð arbeiðsloysið á føroyska arbeiðsmarknaðinum 4,4 prosent.

Hetta er ein vøkstur uppá 0,3 prosentstig síðan september. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið í september var 4,7 prosent.

714 mannfólk og 532 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í oktober.

Sørsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum. Har er arbeiðsloysið líka undir 8 prosent. Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum í oktober, undantikið í Eystuoya og Vága Sýslu, har arbeiðsloysi stóð í stað. Størsti vøksturin var í Sandoy og Suðuroy. Har øktist talið av arbeiðsleysum við ávíkavíst heilum 20 og 19 prosentum frá september til oktober. Minsta arbeiðsloysið í oktober var í Eysturoy.

Uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir eisini, at arbeiðsloysið er størst millum tey, ið eru 54 ár og eldri, og næststørst millum tey 25 til 34 ára gomlu, fylgd av teimum, sum eru 16 til 24 ár. Arbeiðsloysið vaks í øllum aldursbólkunum.