Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1825 í januar, og tað er 41 fleiri enn í desember mánaða.
Tað skrivar Hagstova Føroya.
Arbeiðsloysisprosentið var 6,7 sum er 0,2 prosentstig meiri enn í desember. ?Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broytingum, so vísir árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið hinvegin eitt fall í januar til 6,1%, 0,3 prosentstig minni enn í desember.?Býtt á kyn vóru 905 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 920 mannfólk í januar. Hjá kvinnum vaks talið við 16 og hjá monnum við 25, samanborið við desember.
Arbeiðsloysið í januar var minni enn fyri einum ári síðan. Tað vóru 298 færri fulltíðararbeiðsleys í januar 2012 enn í januar 2011.
Stóri vøksturin í arbeiðsloysinum, ið serliga tók seg upp eftir húsagangin hjá Fiskavirking í desember í 2010, var í hæddini í februar 2011. Arbeiðsloysið minkaði soleiðis við 580 fulltíðararbeiðsleysum frá februar 2011 til september 2011. Men tá vendi aftur, og arbeiðsloysið veksur framvegis. Síðani september er arbeiðsloysið vaksið við 240 fulltíðararbeiðsleysum.?Arbeiðsloysið er ikki komið niður aftur á tað støðið, sum var á heystið 2010, áðrenn húsagangin hjá Fiskavirking.
Í januar minkaði arbeiðsloysið eitt lítið vet í Eysturoyar og Sandoyar Sýslum, meðan tað stóð í stað í Suðuroy. Í hinum sýslunum kvinkaði arbeiðsloysið uppeftir. Størsti vøksturin í tali var í Streymoyar Sýslu, meðan størsti lutfalsliga vøksturin var í Norðoya og Vága sýslum.? ?
Síðan arbeiðsloysið var tað mesta í februar 2011, eru 219 færri fulltíðararbeiðsleysir menn og 122 færri fulltíðararbeiðsleys konufólk, samanlagt 340. ?
Í januar 2011 var arbeiðsloysisprosentið 7,3 hjá kvinnum og 6,2 hjá monnum.
Býtt á aldursbólkar er størsta arbeiðsloysið millum tey elstu, og minst er tað millum tey í miðjum árum millum 35 og 55 ár. Hetta var støðan í januar í fjør, og tað var sama mynstrið sum eitt ár frammanundan.