Arbeiðsloysið fyribyrgjast

Tað er einki yvir at dylja, at støðan innan fiskiídnaðin á landi gerst meira álvarsom fyri hvønn mánað, sum gongur. Minni og minni av fiski kemur til høldar, og av hesum sama verður minni arbeiði til tað tímalønta fólkið. Arbeiðsloysið er støðugt vaksandi innan hetta økið, og ásannast má, at hetta er ein sera álvarsom støða. Vinnulívsmenn hava rópt varskó og nú eru eisini fakfeløgini farin at ressast.

Í opnum brævi til landsstýrið í fyrradagin heita fleiri fakfeløg á landsstýrið um at taka neyðugu stigini til at forða fyri, at fiskur, veiddur í føroyskum sjóøki, framhaldandi fer ótilvirkaður av landinum. Feløgini minna á, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og tað er tí ábyrgdin hjá okkara politiska myndugleika, at tryggja, at hesin fiskur eisini kemur øllum føroyingum til góðar. Víðari vísa feløgini á, at sum støðan er nú, so verða arbeiðspláss beinleiðis útflutt úr Føroyum saman við fiskinum, tí tann fiskur, sum sjálvsagt skuldi verið tilvirkaður og góðskaður her heima, verður fluttur uttanlands, har hann skapar arbeiði til túsundtals arbeiðsfólk. Viðkomandi feløg halda tað vera skylda hjá avvarandi myndugleikum at tryggja, at so nógv sum gjørligt av fiskinum verður tilvirkaður í Føroyum.

Tað má ásannast, at feløgini hava grein í sínum máli. Fyri stuttum vísti ein vinnulívsmaður á, at tørvur er á einum føroyskum rávørupolitikki. Politisku myndugleikarnar noyðast við øðrum orðum at fyrihalda seg til henda sera álvarsama trupulleikan. Hetta verður ikki lætt, tí her bresta tvey ósameinilig principp saman: tær frælsu marknaðarkreftirnar og tann politiskt stýrda vinnan. Hetta mál prógvar betur enn nakað annað, at hvørki av hesum princippum er nýtiligt í føroyska samfelagnum. Landsins politikkarar eru nú noyddir til at finnan ein gyltan millumveg, og hesin vegur gongur beina leið aftur til Keynes. Her er eingin bøn! So mugu yuppieøkonomarnir rína og hvína, sum teimum lystir! Fær arbeiðsloysið í flakavinnuni loyvi at vinda uppá seg, so breiðir hetta seg til alt samfelagið. Arbeiðsloysið má fyribyrgjast her og nú! Sostatt noyðast myndugleikarnir at stýra ráðvørugongdini so ella so. Hetta hastar! Jú longri verður bíða, jú truplari verður at koma aftur um aftur.