Arbeiðsloysið fallið niður í 4,7%

Í Januar vóru 1.255 fulltíðar arbeiðsleys í Føroyum.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og gongdin seinastu tíðina sæst á myndini.

Tað eru 68 færri arbeiðsleys í januar enn tað vóru í desember mánað og sostatt minkaði arbeiðsloysið úr 4,9% niður í 4,7%.?

Nú er talið á arbeiðsleysum tað lægsta síðani august 2009.

Fyri einum ári síðani vóru 1.710 arbeiðsleys, svarandi til 6,3%.

Men samstundis sum arbeiðsloysið er minkað nokk so fitt seinastu árini, staðfestir Hagstovan, at talið á løntakarum er eisini kvinkað uppeftir - men ikki hesa seinastu tíðina.

Tó vóru einir 200 løntakarar fleiri um mánaðin í fjør enn tað vóru í 2011.

Í 2011 vóru umleið 23.500 løntakarar hvønn mánað og í 2012 vóru 23.700 løntakarar hvønn mánað.

Hetta er tó væl minni enn í 2010, tá tað stóran part av árinum vóru yvir 24.000 løntakarar.

Um ársskiftið 2010/11 rakti drúgva afturgongdin botnin.

Á sumri 2011 byrjaði ein varislig framgongd, sum vardi í eitt ár, men seinasta hálva árið hevur løntakaratalið staðið í stað, sigur Hagstovan.