Arbeiðsloysið er nú tað minsta í trý ár ??

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú tað minsta, tað hevur verið í trý ár.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni

Hagstovan sigurt, at í november vóru 1.234 fólk arbeiðsleys og tað eru 100 fólk færri enn í oktober mánað.

Arbeiðsloysið er sostatt minkað úr 4,9% niður í 4,6% og tað er tað lægsta síðani august 2009.

Fyri einum ári síðani vóru 1.775 arbeiðsleys, svarandi til 6,6%.

Síðan november 2011 er talið av arbeiðsleysum monnum minkað 321 og av konufólkum er tað minkað 235.

Hjá kvinnum er arbeiðsloysið sostatt minkað úr 7,3% til 5,4% og hjá monnum úr 6,1% til 4,0%.

Í november minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum uttan í Sandoy, har tað er veksur.

Í tali eru flest arbeiðsleys í Streymoy, men roknað í prosent av arbeiðsfjøldini, hevur arbeiðsloysið í Suðuroy til í heyst ligið omanfyri arbeiðsloysið í hinum sýslunum í landinum.

- Tó hevur so stór minking verið í arbeiðsloysinum í Suðuroy seinastu mánaðirnar, at tað nú er minni enn í Vágum, ið nú hevur lutfalsliga størsta arbeiðsloysið.

Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku aldursbólkunum, tí arbeiðsloysið er størst ímillum tey elstu og minst ímillum tey í miðjum árum.

Talvurnar vísa nakað av gongdini í arbeiðsloysinum seinastu tíðina.