Arbeiðsloysið er nú tað lægsta í átta ár

Arbeiðsloysið minkar alsamt og nú er tað so lágt, sum tað ikki hevur verið síðani í 2008

Í januar var arbeiðsloysið í Føroyum 2,3 prosent. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

 

Lagt verður afturat, at arbeiðsloysið er framvegis størri hjá kvinnum, tí hjá monnum er tað 1,9 prosent og hjá kvinnum er tað 2,7 prosent.

 

Í fjør var arbeiðsloysið annars hægst í juli, tá ið tað var trý prosent, men síðani er tað minkað mánað fyri mánað og so lágt sum tað er nú, hevur tað ikki veirð í átta ár.

 

Í tali vóru 634 fólk arbeiðsleys í januar í ár og tað eru 196 færri enn fyri hálvum ári síðani. Hjá monnum er minkingin 86 mans og hjá kvinnum eru 104 kvinnur færri arbeiðsleysar nú, enn í juli í fjør.

 

Her er talan um fulltíðar arbeiðsleys og tað merkir, at talið á arbeiðsleysum tilsamans er nakað hægri, tí øll arbeiða ikki fulla tíð. Men umroknað til full størv er tað 2,3 prosent nú.

 

Samstundis sum at arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin ímillum kynini eisini minkaður. Fyri tveimum árum síðani vóru tað 198 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, og fyri einum ári síðani var munurin 73 fleiri kvinnur, og er nú munurin aftur minkaður niður í 56.

 

Arbeiðsloysið er størst hjá kvinnum í aldursbólkinum 25 - 34 ár, samstundis sum tað er minst hjá monnum í aldursbólkinum frá 45 til 54 ár.

 

– Tað er merkisvert, so stórt, arbeiðsloysi er hjá kvinnum í aldrinum 25-34 ár, har tað er 5,1 prosent, sum er næstan tvær ferðir so stórt sum í miðal fyri allar kvinnur.