Í mai mánað vóru 563 føroyingar arbeiðsleysir.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og sostatt eru tað 266 færri arbeiðsleys nú enn tað vóru fyri einum ári síðani. Og tað merkir, at nú er arbeiðsloysið í Føroyum tvey prosent. Hetta er samstundis lægsta arbeiðsloysi síðani í 2008.
Tað eru væl fleiri kvinnur arbeiðsleysar, enn tað eru menn. Uppgerðin vísir, at hjá monnum er arbeiðsloysið 1,7 prosent og hjá kvinnum er tað 2,4 prosent.
Í fjør var arbeiðsloysið hægst í juli, tá ið tað var 3,2 prosent og er síðani minkað mánað fyri mánað.
Hagstovan sigur, at arbeiðsloysið er størst hjá kvinnum í aldursbólkinum 25 - 34 ár og tað er minst hjá monnum í aldursbólkinum 45 - 54 ár.
Fyri nøkrum árum síðani var ungdómsarbeiðsloysi ein stórur trupulleiki, men í dag er arbeiðsloysið minst hjá teimum yngstu í aldursbólkinum 16-24 ár, har tað er 1,4 prosent, og tað er eisini rættiliga lágt hjá teimum 45 -54 ára gomlu, har tað er 1,5 prosent.
Størst er arbeiðsloysið hjá teim 25-34 ára gomlu, og serliga hjá ungu kvinnunum í tí aldursbólkinum, har tað er 4,2 prosent.
Annars er stórur munur á arbeiðsloysinum í ymsum pørtum í landinum. Arbeiðsloysið er lægst í Eysturoy, har tað er 1,2 prosent og í Norðoyggjum í Vágum og í Sandoy er tað 1,5 prosent. Hinvegin er arbeiðsloysið størst í Suðuroy, har tað er 3,5 prosent og í Suðurstreymi, har tað er 2,4 prosent.
Síðani hendan uppgerðin varð gjørd, er arbeiðsloysið minkað enn meiri, tí sambært Als eru tað nú 417 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, nevniliga 222 kvinnur og 195 menn.
Men arbeiðsloysið er lutfalsliga nógv størst í Suðuroy, har 126 fólk eru arbeiðsleys og í Suðurstreymi eru tað 166 fólk, sum eru arbeiðsleys, og her skal hugsast um, at tað býr meiri enn fýra ferðir so nógv fólk í Suðurstreymoy enn tað býr í suðuroy.