Arbeiðsloysið er minkað

Í apríl í ár var størsta arbeiðsloysið, síðan fíggjarkreppan av álvara tók dyk á seg í 2008. Tað upplýsir Hagstovan í dag.

Í apríl í ár var talið av fulltíðararbeiðsleysum heili 1665 fólk.

Í juli í ár talið fallið niður á 1467 fólk.

Tað eru 168 færri mannfólk, og 31 færri konufólk, sum vóru arbeiðsleys í juli, samanborið við í apríl.

Arbeiðsloysið er minkað munandi skjótari millum mannfólk enn konufólk. Men framvegis er talið av arbeiðsleysum mannfólkum hægri enn talið av arbeiðsleysum konufólkum.

Arbeiðsloysið er, síðan apríl, minkað úr 5,8 prosentum niður í 5,6 prosent.