Arbeiðsloysið drenar ALS-kassan

Í 2009 vórðu 110 milliónir krónur meira útgoldnar í arbeiðsloysisstuðuli enn í 2008, og gongdin í 2010 er einki frægari. ALS fer at geva hall komandi árini er spádómurin Í 2009 vórðu 110 milliónir krónur meira útgoldnar í arbeiðsloysisstuðuli enn í 2008.

Hetta er tríggjar ferðir so nógv, tá útgjaldið í 2008 var 46,8 milliónir krónur og tað í 2009 kom heilt upp á 157 milliónir krónur.

Samstundis sum útgjaldini trýfaldaðust, minkaði inngjaldið úr 141 milliónum og niður í 137 milliónir krónur.

Hetta merkir, at í mun til 2008, tá Arbeiðsloysisskipanin hevði 88 milliónir í bruttovinningi, av tí at inngjøldini vóru nógv størri enn útgjøldini, hevði arbeiðsloysisskipanin í 2009 eitt bruttohall upp á næstan 27 milliónir krónur.

Tvinnar orsøkir eru til, at útgjaldið til arbeiðsleys hækkaði so nógv í 2009.

Við árslok 2008 vóru 549 fólk arbeiðsleys. Við árslok 2009 var hetta talið komið upp á 1277 persónar, sum fingu vanligt útgjald frá arbeiðsloysisskipanini.

Harafturat samtykti Løgtingið tann 14. mai 2009, at útgjaldið skuldi hækka upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, tó í mesta lagi 20.000 krónur fyrsta árið og 75 % restina av útgjaldsdøgunum.

Hesi ávirka rakstarúrslitið hjá Arbeiðsloysisskipanini, og roknað verður við at ALS kemur at hava hall næstu árini.

ALS hevur tó eina eginogn, sum er omanfyri 700 milliónir krónur, og kunnu tað tí ganga fleiri ár, áðrenn tað veruliga fjarðar í kassanum.