Í fjør kom meðalarbeiðsloysið í Føroyum líka niður á 1,5 prosent, ið er tað lægsta nakrantíð og harafturat metlágt í altjóða høpi
Tað vóru 363 fulltíðararbeiðsleys í desember 2007. Hetta er sama tal sum undanfarna mánað, og svarar til 1,3% av arbeiðsfjøldini. Arbeiðsloysið stendur harvið í stað á higartil lægsta støðinum síðani uppgerðirnar byrjaðu, sigur Hagstovan á heimasíðu síni.
Aftan á kreppuna í nítiárunum minkaði arbeiðsloysið støðugt fram til 2002, tá vend aftur kom í. Arbeiðsloysið var tá komið niður á 2,3%. Næstu trý árini vaks arbeiðsloysið aftur, og var í 2005 komið upp á 3,8%, tá tað aftur tók at minka. Í 2007 kom miðalarbeiðsloysið líka niður á 1,5%, ið er tað lægsta nakrantíð.
Hagstovan sigur, at tað føroyska arbeiðsloysið eisini metlágt í altjóða høpi. Av Norðurlondum var arbeiðloysið størst í Finnlandi og Svøríki, har ávikavist 6,9% og 6,2% í miðal vóru arbeiðsleys í 2007. Tað minsta arbeiðsloysið var í Føroyum, og næst okkum kom Ísland við 2,3%.
Tað føroyska arbeiðsloysið var tað lægsta í 2007 sammett við tey lond, sum vit hava tøl frá, sigur Hagstovan.