Arbeiðsloysið 1,4 prosent í september

Arbeiðsloysið er størst í Suðuroy

Í september mánaði í ár var arbeiðsloysið 1,4%, sum er nakað minni, enn tað hevur verið undanfarnu mánaðirnar.

Tað siga nýggjast hagtølini hjá Hagstovuni.

Arbeiðsloysið á 1,4% í september svarar til 403 fulltíðararbeiðsleys, og til samanberingar var arbeiðsloysið 0,9% í september í fjør - eitt hálvt prosent lægri.

Býtt upp eftir kyni var arbeiðsloysið í september 1,2% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Í september mánaði í fjør vóru tølini ávíkavist 0,7% og 1,1%.

Arbeiðsloysið er framvegis størst í Suðuroy, hóast tað er minkað nógv síðan mei mánaða. Í mei mánaði var arbeiðsloysið í Suðuroy 6,4%, meðan tað í september var 2,1%.

Minsta arbeiðsloysið var í Norðoyggjum, har arbeiðsloysið í september var 0,8%.