Arbeiðsleysir løgtingslimir

So fá uppskot fara um tingborðið fyri tíðina, at løgtingslimirnir eru at kalla arbeiðsleysir. Av málum, Løgtingið hevur tikið og skal taka støðu til, koma øll, uttan eitt, frá andstøðuni, donsku stjórnini ella eru at kalla avgreiðslumál

Hóast Løgtingið formliga er komið úr jólafrítíð og tingarbeiðið veruliga átti at verið byrjað, kunnu løgtingslimir meir ella minni halda jólafrítíð enn. Í øllum førum hava samgongutinglimirnir millum lítið og einki at gera.

Orsøkin til, at løgtingslimirnir eru at kalla arbeiðsleysir, er, at næstan eingi mál eru at viðgera.

Síðani Løgtingið kom úr jólafrítíð, hava seks mál verið á tingborðinum, og afturat teimum eru fimm mál at viðgerða komandi vikuna. Í sjálvum sær er talan um nøkur mál at viðgera, men av øllum hesum málunum er bert eitt mál komið frá landsstýrinum, ið vanliga kemur við flestu málunum.

Løgtingsmálið, ið er komið frá landsstýrinum, er um nakrar smærri lógarbroytingar, ið skulu gerast í løgtingslógini um fjarskifti.

Tvey mál eru at kalla formalia, har løgtingið skal samtykkja nakrar tilráðingar frá ávikavist Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum, og er tað vanlig mannagongd, at Løgtingið samtykkir tilráðingarnar og heitir á landsstýrið at fylgja teimum.

Tvey mál, ið skulu viðgerast undir einum, eru um bankapakkan, ið danska stjórnin er komin við. Hini málini eru øll komin frá andstøðuflokkunum.



Formaðurin í bíðistøðu

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, skilir ikki støðuna, nú Løgtingið so gott sum ongi mál hevur at arbeiða við.

- Eg skrivaði eitt bræv til landsstýrið undan jólum, har eg greiddi frá, at eg vildi hava fleiri mál fyri Løgtingið, so ikki alt kom upp í røkur seinasta framløgudag. Tá bjóðaði Løgmaður mær til ein hugnaligan fund, har hann greiddi mær frá, at 61 mál vóru klár, men enn er onki komi frá landsstýrinum, sigur løgtingsformaðurin.

Hergeir Nielsen leggur tó afturat, at løgtingið hesa vikuna hevur eitt sindur at gera, tí í dag eru munnligir fyrispurningar, ið helst vera einir 20 í tali, umframt, at bankapakkin verður á skránni fríggjadagin.

Løgtingsformaðurin heldur eisini sera lítið um at landsstýrið, sum vanliga kemur við flestu málunum, ikki kemur við nøkrum málum í januar mánaði.


Arbeiðsleysar nevndir

At so fá mál eru at taka støðu til fyri tíðina ávirkar eisini restina av løgtingsarbeiðinum. Løgtingsnevndirnar hava næstan ongar fundir á skránni í nærmastu framtíð. Tað eru bert Uttanlandsnevndin, ið skal ráðføra seg við landsstýrismannin í fiski- og tilfeingismálum, Landsstýrismálanevndin, ið skal viðgerða tvey gomul mál og Formansskapurin, ið viðgerð ymisk formlig ting. Hesar nevndir kunnu allar sjálvar taka mál upp, men tað kunnu hinar nevndirnar ikki, og tí sleppa tær ikki til arbeiðis fyrr enn tingmál koma á borðið.

- Nevndirnar sleppa ikki veruliga til arbeiðis fyrr enn Tingið hevur koyrt nøkur mál í nevnd, og tí kann mann illa rokna við, at nevndirnar fáa nakað serligt at gera fyrr enn løgtingið sleppur í gongd, greiðir Hergeir Nielsen frá. Hinvegin vil løgtingsformaðurin ikki úttala seg um, hví Løgtingið hevur so lítið at gera, men hann vísir á, at hetta er ein spurningur, ið Løgmaður helst fegin vil svara uppá.