Arbeiðsleys í skúla í Søldarfirði

Mentamálaráðið, Runavíkar Kommuna og ALS eru farin undir samstarv um vaksnamannalæru í skúlanum í Søldarfirði.

Mentamálaráðið hevur í fleiri ár leigað skúlan frá Runavíkar kommunu, og nú hølini gjørdust tøk, er nýggja samstarvið ein sjálvsagdur møguleiki til, at skúlin aftur kann verða karmur um eitt gevandi virksemi.

Slakur helmingurin av teimum omanfyri 1.400, sum ikki hava arbeiði í løtuni hava einans fólkaskúlaútbúgving og útboðið av útbúgvingum til tey er sera avmarkað.

Við hesum í huga hevur ALS tikið stig til at skipað, førleikagevandi útbúgving til tey, sum annars hava avmarkaðar møguleikar at førleikamenna seg.

Miðað verður ímóti, at virksemið í skúlanum byrjar 1. september, og ætlanin er, at frálæra skal hava støði í ítøkiliga tørvinum hjá teimum, sum fara í skúla.

Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á Tænastudeildini hjá ALS sigur, at avtalan um skúlan í Søldarfirði fer at geva fleiri fólkum ein møguleika at útbúgva seg, sum tey ikki hava frammanundan.

Hetta fer at bøta um teirra møguleikar at sleppa út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Hann leggur afturat, at henda verkætlanin stuðlar undir hugsjónina hjá ALS um skjótast gjørligt at hjálpa fólki víðari – antin í arbeiði ella at fara undir útbúgving.