Arbeiðslív, húsarhald og javnstøða á Tvøroyri

Hvussu ber til at fáa avbjóðingarnar í húsarhaldi og í arbeiðslívi at ganga upp í eina hægri eind? Hvørja áskoðan hava føroyingar á javnstøðu? Og hvørjar eru uppgávurnar og virksemið hjá Javnstøðnevndini?

Hesir og aðrir spurningar, sum viðvíkja javnstøðu millum kyn, verða viðgjørdir á almennum tiltaki á Tvøroyri týskvøldið 21. september.

Á skránni er framløga við heitinum Arbeiðslív, húsarhald og javnstøða við Karini Jóhonnu L. Knudsen, granskara. Eisini fer umboð fyri Javnstøðunevndina at greiða frá um virksemið hjá Javnstøðunevndini.

Síðani verður møguleiki fyri orðaskifti um tær avbjóðingar, sum eru á javnstøðuøkinum í føroyska samfelagnum.

Endamálið við fundinum er at skapa áhuga fyri javnstøðu millum kyn og at kunna um virksemið hjá Javnstøðunevndini. Líknandi fundir verða hildnir kring landið í næstum.

Tiltakið er alment og ókeypis og verður á Seglhúsloftinum á Tvøroyri týskvøldið 21. september klokkan 19.30 til 21.