Í døgunum 20.- 22. apríl verður framsýning í Gásadalsgarðinum við gomlum myndum frá arbeiðslívinum í Gásadali, og garðurin verður opin allar seinnapartarnar á Savnsfagnaðinum.
Úr Vágum verður sagt, at framsýningin verður í nýggju og snotuligu kaféini - Gásadalsgarður - hvønn dag hesar dagar frá klokkan 15-19.
Sunnudagin 22. apríl spælir floytibólkurin Útnyrðingur klokkan 15, og klokkan 16 hugleiðir Marner Skipa um gomul minnir úr Gásadali.
- Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Rósa Samuelsen, samskipari av Savnsfagnaðinum í Vágum, sum søvnini í Vágum standa aftanfyri.