Arbeiðskvinnur í 70 ár

Komandi ár verður Havnar Arbeiðskvinnufelag 70 ár. Hetta skal sjálvandi markerast, og longu nú eru eisini onkur tiltøk fyriskipað.
Eitt nú fer felagið at hava eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 2. til 8. mars. Felagið heitir í hesum sambandi á fólk, sum hava eitt nú mydnir, avísklipp ella arbeiðsklæði, sum lýsa hetta tíðarskeiðið, um at læna sær hesi.
Fólk verða biðin um at seta seg í samband við Havnar Arbeiðskvinnufelag á tlf. 353993 ella 317796.