Arbeiðsigur til vágbingar

VB-LÍF 3-1 (2-0):
Trý stig vóru týdningarmiklari enn vakurt spæl hjá VB. Hóast leirvíkingar høvdu nógv spæl og málmøguleikar, bleiv dysturin akkurát sum vágbingar høvdu vónað frammanundan

2. deild

Tað vóru ikki nógv, sum fyri einum mánaða síðani góvu vágbingum nakran møguleika at verða verandi í 2. deild næsta ár. Men sum gongdin hevur verið seinastu umførini, kann alt henda, og VB liggur nú nummar 8 og hevur bæði HB og LÍF aftanfyri seg.
Og júst LÍF var mótstøðuliðið á Eiðinum í Vági leygardagin, og tí var tað umráðandi at tað bleiv til ein sigur.

Sama uppskrift
Og dysturin gekk akkurát sum vágbingar høvdu vónað. LÍF hevði bóltin mest, men mótálopini vóru sum ikki einaferð vápnið hjá vágbingum. Longu tá 7 minuttir vóru farnir spældu VB seg ígjøgnum í vinstru síðu, bólturin kom flatt innfyri og har kundi Kári í Lágabø skjóta bóltin upp undir nettakið til 1-0.
Leirvíkingar royndu at koma yvir hesa sjokkbyrjan, og teir høvdu eisini nógv spæl og komu fram til onkrar hálvar møguleikar. Men annaðhvørt stóð verjan hjá VB í vegin ella bjargaði málmaðurin royndunum.
Sum fyrri hál vleikur leið trektu vágbingar seg nakað longur aftur, tí umráðandi var at fara til hálvleik við einari 1-0 leiðslu. Hetta viðførdi so, at lorvíkingar fingu lagt enn størri trýst á VB, men tað bleiv ongantíð til teir heilt stóru møguleikarnar. Vágbingar stríddust fyri hvønn bólt, og fingu tí eisini steðgað nógvum uppspæli hjá LÍF.
Tá so bert sekundir vóru eftir av fyrra hálvleiki, fekk VB fríspark nakað uttan fyri brotsteigin hjá LÍF. Frísparkið kom væl innfyri, og við aftastu stong stóð Birgir Jørgensen púra ódekkaður og setti høvdið á so bólturin fór í mál til 2-0.
Hetta var sum at fáa ein kaldan frammaná hjá leirvíkingum, sum meginpartin av fyrra hálvleiki høvdu roynt at fingið javnað leiðslumálið hjá VB. Nú vóru teir brádliga tvey mál aftanfyri.

Spenningur í aftur
Men tað gingu bert tveir minuttir av seinna hálvleiki, so fekk LÍF vónina aftur. Vágbingar vóru ikki nóg avgjørdir í verjuni og mistu bóltin í høgru síðu. Leirvíkingar løgdu bóltin væl innfyri innanfyri VB-verjuna, og har kom Petur Sjúrðarberg og setti innaru síðu á so bólturin fór í mál.
Næsta løtan var eitt stórt trýst móti VB-málinum, og LÍF kundi havt javnað tá tveir leirvíkingar komu fríir við málmanninum hjá VB. Men tá teir skuldu spæla framvið málmanninum sum kom út, sendu teir bóltin við síðuna av, so onki spurdist burturúr.
Sum frá leið, minkaði trýstið fra LÍF, og vágbingar fingu eitt sindur av luft. Og miðskeiðis í seinna hálvleiki fall so avgerðin.
VB fekk fríspark heilt úti í høgru síðu. Niclas Ludvig royndi seg við einum beinleiðis skoti, og bólturin fór í mál til 3-1.
Hetta var seinasta málið sum kom í dystinum. Restina av tíðini vardu VB við nærum øllum monnum á egnari hálvu, og hóast nakrar royndir frá LÍF og okkurt mótálop frá vágbingum, hendi ikki meira.
VB fekk sostatt trý týdningarmikil stig, og fór við sigrinum framum LÍF. Sigurin hjá VB kom fyrst og fremst í hús við einum góðum stríðsvilja. LÍF hevði bóltin mest og tað passaði VB fínt, tí so kundu vágbingar dúva uppá mótálop. Leirvíkingar fingu ov lítið burturúr tí spælið sum teir høvdu.

Dysturin í tølum:
VB-LÍF 3-1(2-0)
1-0: Kári í Lágabø
2-0: Birgir Jørgensen
2-1: Petur Sjúrðarberg
3-1: Niclas Ludvig