Arbeiðsgevari koyri á blokadufólk

Ein lítil lastbilur hjá J&K Petersen vildi mikumorgunin ikki steðga fyri verkfallsvaktunum við ferjuleguna á Oyrargjógv. Í staðin koyrdi hann beint inn í mannamúgvuna


 

Oyrargjógv: Tað kundi enda við mannskaða, tá ein lítil lastbilur hjá J&K Petersen við sjálvum eigara felagsins handan stýrið mikumorgunin royndi at troðka seg gjørnum verkfallsvaktirnar við ferjuleguna við Oyrargjógv.

Tá lastbilurin, ið var lastaður við stórum dekkum til eina gravimaskinu, skuldi koyra í land av Ternuni, vóru verkfallsvaktirnar skjótar at stilla seg sum ein múr fyri rampuna. Men bilførarin í lastbilinum lætst ikki um vón og setti bara ferð á.

Trongt er á rampuni, og aðrir bilar vóru eisini á veg í land. Tí kundi onkur av verkfallsvaktunum lættliga verðið kleimd. Men hetta hendi tíbetur ikki.

Tá lastbilurin sett ferð á, vóru fleiri verkfallsvaktir, ið fluttu seg. Men nøkur vóru kortini so treisk, at tey løgdu seg fram móti bilinum, so hann ikki fekk koyrt.

Førarin helt kortini á at royna at náa sínum máli. Men tá nakrir mans í treiskni hildu á at standa framman fyri bilin, steðgaði hann til endans. Tá fór førarin at royna tosa verkfallsvaktirnar til sættis. Men einki hjálpti, og bilurin varð standandi.

Vágar hava annars ikki verið nógv merktar av verkfallinum. Síðani steðgað varð at blokera við rundkoyringina í Kollafirði, er øll vøra sloppin ótarnað úr miðstaðarøkinum til Havnar. Tískil vantar ikki vøra í handlunum í Vágum.

Blokaduvaktirnar við ferjuleguna við Oyrargjógv byrjaðu at blokera mikumorgunin klokkan seks, og nú ætla tær sær at halda fram, siga tær.