Arbeiðsgevararnir vilja hava breiða samgongu

Í løtuni er lítið, sum bendir á, at Grønland fær eina breiða samgongu millum Siumut og IA, men í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum dylja tey ikki fyri, tað er eina slíka samgongu, tey vilja hava.

Brian Buus Pedersen (myndin), sum er stjóri í GA, sigur við blaðið Sermitsiaq, at hóast teir báðir stóru flokkarnir eru ósamdir um ávís viðurskifti so sum útbúgving og lógina um stórar verkætlanir, so er ósemjan ikki so stór, at hon eigur at forða fyri, at flokkarnir kunnu at finna eitt felags stev.

-Tá Demokratarnir og IA kundu halda saman í fýra ár og fremja týðandi politisk tiltøk, eigur tað eisini at bera til hjá Siumut og IA, sigur stjórin í arbeiðsgevarafelagnum. Hann mælir flokkunum frá at leita eftir smølum loysnum innan ráevnini, fiskivinnuna, útbúgving ella almannapolitikk, men heldur at gera breiðar semjur, sum skulu tryggja støðugar karmar frameftir.

Hann sigur, at skulu tey vøkru orðini um demokrati takast í álvara, eiga Siumut og IA at jarða tær væl brýndu stríðsøksirnar. Tað eru góðar kreftir í báðum flokkum, og tær eiga at koma til sín rætt í einari savningarstjórn ella í minsta lagi í einari parlamentariskari avtalu, sum kann halda so mikið leingi, at vit fáa úrslit, sigur hann.

-Ein samgonga við einum lítlum meiriluta gevur óvissu og óstøðug politisk viðurskifti, og tað hava hvørki fólkið ella vinnulívið uppiborið at fáa, sigur stjórin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum við Sermitsiaq.