Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, gevur ilt av sær, nú kanningin hjá Vinnuhúsinum er almannakunngjørd. ? Tað er als ikki uppgávan hjá arbeiðsgevarunum at gera spurnarkanning um okkara limir. Teir kenna eingi mørk fyri, hvussu langt teir kunnu fara, og haldi hatta er rættiliga frekt gjørt, sigur Ingeborg Vinther.
Arbeiðsrætturin trumfast ígjøgnum
Hon heldur eisini, at øll hava gloymt arbeiðsgevararnar, sum eisini vóru ein partur í verkfallinum í vár, og leggja alla skuldina fyri verkfallið á fakfeløgini. Ingeborg er ikki í iva um, at Gallup-kanningin skal nýtast til trumfa arbeiðsrættin ígjøgnum, sum hon málber seg.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag er ikki í iva um, at meiningin við kanningin hjá Vinnuhúsinum er at hjálpa politiska myndugleikanum við at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti í Føroyum.
Fólk kenna ikki avleiðingarnar
Ein meiriluti av føroyingum ganga inn fyri, at ein serligur rættur verður settur á stovn, sum skal taka sær av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Spurd um hvussu hon fatar ta støðuna, nú hon arbeiðir so hart fyri, at eingin fastur gerðarrættur skal verða settur á stovn frá politiskari síðu, svarar Ingeborg, at fólk ikki kenna avleiðingarnar av einum arbeiðsrætti, og tískil vita tey ikki, hvat tey hava svarað.
-Høvdu fólk vita, at ein arbeiðsrættur hevur við sær, at stórur partur av verkfalsrættinum verður skerdur, høvdu avgjørt svara øðrvísi, sigur Ingeborg Vinther at enda.