Onkur skal gjalda fyri gildið!
Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tey akkurát hava havt aðalfund.
Nú kommunuval verður í heyst, ávarar arbeiðsgevarafelagið kommunur ímóti at fara út í eina ótálmaða kapping um at lokka fólk at flyta til tær.
Felagið ásannar, at ábyrgdin hjá kommununum er at skapa borgarum og vinnulívið góðar tænastur - men tað skal gerast við virðing fyri skattakrónunum.
Tíðirnar eru góðar og tað hevur fingið kommurnar at leggja enn størri dent á at kappast um borgaran. Í hesum sambandi eru nógv tilboð um ókeypis tænastur til tilflytarar og barnafamiljur, samstundis sum kommunurnar yvirtaka fleiri uppgávur, sum landið fyrr hevur havt.
- Hetta er mikið gott, men tað hevur tó týdning, at eisini kommunurnar taka atlit, tí onkur skal gjalda gildið.
Kappbjóða kommunur um at fáa fólkatalið at hækka, verður lítið eftir til at gera umstøðurnar hjá vinnulívinum nóg gott, heldur arbeiðsgevarafelagið.
- Tað er ikki endiliga prísurin fyri tænastur, sum hevur týdning. Men tað er týdningarmikið at kommunur stuðla undir hugin at reka vinnu, at karmarnir eru teir røttu, og at teir ikki verða broyttir óneyðuga ofta, sigur Arbeiðsgevarafelagið.










