Arbeiðsgevarar tikið Suðuroynna sum gísla

Vøra slapp ikki úr pakkhúsinum á bryggjuni í Havn, tí Arbeiðsgevarafelagið noktaði. Sostatt eiga arbeiðsgevarar skuldina av, at neyðsynjarvøra ikki er farin suður, hóast arbeiðarafeløgini hava víst góðan vilja.

 

Føroya Arbeiðarafelag - Havnar Arbeiðskvinnufelag

???????????????????????????????????????



Vøra slapp ikki úr pakkhúsinum á bryggjuni í Havn, tí Arbeiðsgevarafelagið noktaði. Sostatt eiga arbeiðsgevarar skuldina av, at neyðsynjarvøra ikki er farin suður, hóast arbeiðarafeløgini hava víst góðan vilja.

At arbeiðsgevararnir nú hava lagt seg útí tiltøkini, meta feløgini í verkfalli, sum at arbeiðsgevararnir nú vilja stýra tiltøkunum og royna at øsa fólk.

.....

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag meta nú, at Arbeiðsgevararnir - Føroya Arbeiðsgevarafelag - hevur tikið Suðuroynna sum gísla.

Orsøkin er, at arbeiðsgevararnir nú forða limum sínum at flyta vøru til Suðuroynna.

Tá verkfallið var veruleiki, settu arbeiðarafeløgini í verkfalli blokadutiltøk av vøruflutningi í verk.

Síðani legði løgreglan uppí og gav boð um, at blokadan í Kollafirði skuldi halda uppat. Síðani kom ójavni í og bert Suðuroyggin og Sandoyggin vóru raktar av blokadu og neyðsynjarvøra gekk undan í hesum útjaðaraøkjum, meðan alt gekk sína vanligu gongd aðrastaðni. Mett var, at rætt er ikki, at eitt nú Suðuroyggin ? og Sandoyggin - eru fyri vanbýti í mun til aðrar partar av landinum.

Fyri at vísa góðan vilja avgjørdu arbeiðarafeløgini í verkfalli, at eingin orsøk var, at ávís øki vóru harðari rakt, enn onnur.

Avtalað varð við feløgini í Suðuroynni, at neyðsynjarvøra skuldi sleppa suður. Ein heilsøla, P/F Poul Hansen, hevur heilsøludeild á Tvøroyri og skuldu deildin fáa vøru. Hetta skuldi henda undir skipaðum viðurskiftum.


Arbeiðsgevarar nokta

Best, sum alt var avtalað, og gekk sína gongd mánadagin, komu harraboð.

Arbeiðsgevarafelagið noktaði limum sínum, Poul Hansen, at flyta vøru til Suðuroyar mánakvøldið 21/5-2001.

Vøran slapp ikki úr pakkhúsinum á bryggjuni í Havn, tí Arbeiðsgevarafelagið noktaði. Sostatt eiga arbeiðsgevarar skuldina av, at neyðsynjarvøra ikki er farin suður, hóast arbeiðarafeløgini hava víst góðan vilja.

At arbeiðsgevararnir nú hava lagt seg útí tiltøkini, meta feløgini í verkfalli, sum at arbeiðsgevararnir nú vilja stýra tiltøkunum.


Øsing

Arbeiðarafeløgini meta støðuna, sum at tey fyrst vórðu trýst út í verkfall og at arbeiðsgevararnir nú vilja stýra tiltøkunum. Í farnu viku fingu arbeiðsgevararnir hjálp frá løgregluni at fullføra henda setning.

At arbeiðsgevararnir nú nokta vøru at koma í ávísar partar av landinum er óivað liður í at øsa fólk og at venda tey ímóti arbeiðarafeløgunum í verkfalli, men hetta er einki annað enn uppílegging frá arbeiðsgevarunum, meta Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum hóast góðan vilja og neyva tilrættalegging í evstu stund ikki fingu neyðsynjarvøru suður við Smyrli mánakvøldið. Bert orsakað av uppílegging arbeiðsgevaranna.