Arbeiðsgevarar eru nú farnir at troyttast av streymslitunum, sum hava verið seinastu tíðina.
- Hetta elvir til sera stóran ótryggleika hjá vinnulívinum og kann merkja stóran fíggjarligan miss, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Aftur í gjárkvøldið fór streymurin og í fleiri støðum var streymurin burtur í meira enn tveir tímar.
- Hetta er aðru ferð í góðveðrinum, sum hevur verið seinastu vikurnar, at streymslit er, staðfestir Arbeiðsgevarafelagið.
Felagið heldur, at SEV hevur ein stóran trupulleika.
- Óstøðuga streymveitingin elvir til sera stóran ótryggleika í fleiri vinnum. Tað hevur í fleiri førum víst seg, at tøknilig tól, ið verða nýtt í framleiðsluni, fáa skaða orsakað av streymsliti, umframt at stígur kemur í framleiðsluna.
- Fyritøkurnar missa sjálvandi pening, tá ið framleiðslan steðgar og tað kostar nógvan pening at fáa framleiðsluna í gongd aftur.
Føroya Arbeiðsgevarafelagið sigur, at streymslitini økja eisini um váðan hjá fyritøkunum.
Eitt dømi um hetta eru smoltstøðirnar, ið eru serliga hart raktar av streymsliti.
Felagið staðfestir, at smolt er sera viðbreki at fáast við og tað krevur støðugan streym.
Er streymurin er óstøðugur, er vandi fyri at missa nógv smolt, ið er grundarlagið undir virkseminum í framtíðini.
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at hetta er triðju ferð, at streymslit er seinastu tíðina og felagið krevur, at SEV raðfestir veitingartrygdina, tí vinnulívið krevur støðugan streym.