- Føroya Arbeiðsgevarafelag skuldi heldur passa sítt og so latið okkum passa okkara.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum er argur inn á Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nú allur húkaflotin er rættiliga illa fyri, hevur felagið Línuskip biðið politiska myndugleikan um kreppuhjálp.
Men í almenn skrivi frá Vinnuhúsinum nú um dagarnar, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga frá, at línuskipini fáa kreppuhjálp.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at verður studningur latin, forðar tað flotanum í at tillaga seg.
Hetta hevur rættiliga fingið ilt í formannin í Reiðarafelagnum, sum heldur, at tað er nógv fyri at hoyra Arbeiðsgevararnar.
Hann sigur, at hann hevur onki ímóti at viðgera støðuna hjá fiskiflotanum.
Men hann hevur onki at tosa við arbeiðsgevararnar um í hesum sambandi.
- Eg veit ikki, hvør hevur givið Føroya Arbeiðsgevarafelag førleika til at meta um, hvussu stórur línuflotin skal vera. Hóast tey í Arbeiðsgevarafelagnum halda seg hava fingið patent uppá, at hvat rangt og rætt, er støðan í fiskiflotanum altso ikki nakað, eg tími at tosa við tey um, sigur Viberg Sørensen.
Sópa fyri egnum hurðum
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur at Føroya Arbeiðsgevarfelag átti heldur at sópa frá egnari hurð, áðrenn teir koma við góðum ráðum til onnur um, hvussu tey skulu skipa seg.
Hann heldur somuleiðis at tað er okkurt, sum haltar í tí førda fiskivinnupolitikkinum og í sjónarmiðinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum.
- Samstundis sum studningur er bannlýstur, er fiskiflotin bundin í eitt haft, sum ger tað vónleyst at verða kappingarførur, sum gjørligt.
Tað, hann sipar til, er, at fiskiflotin er tvangsinnlagdur at avreiða nógv tann mesta fiskin til føroysk virki, hóast prísirnir kanska eri betri aðrastaðni.
Hann vísir á, at í Bretlandi er prísurin í løtuni 3-5 krónur hægri enn tann, sum føroysk virki lata.
- Í veruleikanum er hetta ein stuðul til føroysk fiskavirki, sum eru limir í Arbeiðsgevarafelagnum, upp a 3-5 krónur fyri hvørt kilo av fiski og tað ger tað bara upp aftur meiri nívandi at hoyra Arbeiðsgevarafelagið mæla frá, at línuflotin fær kreppuhjálp.
- At vit ikki sleppa at avreiða har vit fáa mest fyri fiskin er ein forðing fyri, at vit sleppa at
reka skipini so effektivt sum gjørligt.
- Eftir mínum tykki er tað mótstríðandi at hava so avgjørda meining um, at ongin studningur skal vera, samstundis sum vit verða forðaðir í at reka skipini so effektivt sum gjørligt.
Viberg Sørensen heldur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag tykist eisini at hava gloymt allan flutningsstuðul, ið teir fáa og hava fingið.
Hann vísir eisini á, at tey, sum arbeiða á fiskavirkjum, hava eisini eina serliga stuðulsskipan í Als, sum syrgir fyri, at tey ikki rýma, tá ið arbeiðsgevarin ongan fisk hevur.
- Hetta er eisini eitt slag av studningi til arbeiðsgevararnar
Viberg Sørensen heldur, at meina arbeiðsgevararnir tað í álvara, tí ið teir mæla frá studningi, áttu teir at syrgt fyri at tey føroysku virkini blivu kappingarfør, so tey kundi latið sama prís fyri fiskin sum skipini fáa aðrastaðni.
- Hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag hugt eitt sindur eftir sær sjálvum áðrenn tey lyfta fremstafingur móti øðrum, hevði tað tænt teimum til sóma, leggur hann afturat.
Ongin ynskistøða
Formaðurin í Reiðarafelagnum ásannar, at tað er avgjørt ongin ynskistøða at hava tørv á kreppuhjálp
- Men vit liva nú einaferð í tí verð sum vit liva í og øll vita, at sveiggini kunnu verða stór.
Tíðirnar, vit eru í nú, eru søguliga vánaligar og tað er so nógva staðni, at ymisk framleiðsla fær stuðul,
- Sjálvt í USA hava ávísir bilavirki fingið ovurhonds kreppuhjálp, hóast tað bara er ein viðfáningur í samlaðu framleiðsluni hjá USA. So eg dugi ikki at síggja nakað forgjørt í, at vit royna at halda lív í fiskivinnuni, sum hóast alt er okkara høvuðsvinna, sigur Viberg Sørensen.
Hann skilir ikki, hví tað er so knívskorið at tosa um stuðul til okkara høvuðsvinnu, sum er fiskiflotin, samstundis sum onki er í vegin fyri at lata studning til aðra vinnu, bæði Smyril Line og bankarnar.










