Arbeiðsgevarar púra samdir við Løgmanni

?Onki samfelag kann virka undir hesum treytunum og tí mugu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum skipast betri, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Verkfall



? Tað ber illa til at vera ósamdur við Løgmanni
Arbeiðsgevarafelagið tekur fult undir við Løgmanni, tá ið hann í Sosialinum sigur, at ein avleiðing av hesum verkfallinum má vera, at vit fáa betri skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
Løgmaður heldur ikki, at samfelagið tolir ósemjur sum hesa, sum nú hevur vart í fýra vikur og tí má tað politiskt raðfestast frammaliga at fáa betri viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
Hesum er Jan Mortensen púra samdur í.
Hann vísir á, at seinastu árini eru fleiri royndir gjørdar at skipað viðurskiftini betri.
? Men higartil hevur tað víst seg, at fakfeløgini hava ikki verið sinnað at vigjørt hesi viðurskifti í álvara.
Hann vísir á lógina um seming, sum er frá 1928 og tískil er ótíðarhóskandi.
Hann sigur, at tað er eisini neyðugt at fáa eitt ella annað amboð til at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum við.
Hann sigur, at vit kunnu kalla tað arbeiðsrætt ella okkurt annað.
? Tað, sum er ein stórt mál í hesum sambandi er spurningurin um frumatkvøðugreiðslur, har limirnir í einum fakfeløg sleppa at atkvøða um sáttmálauppskot fyri at gera av, um farast skal í verkfall ella ikki.
? Hetta er ein aðaltáttur í øllum londum rundanum okkum og í Danmark hava fakfeløgini tað í sínum egnu lógum, at limirnir skulu gerast.
? Tað hava fakfeløgini í Føroyum ikki. Men vilja fakfeløgini í Føroyum ikki hava demokrati í sínum egnum lógum, má samfelagið seta demokratiskar lógir í gildi fyri tey.
Hann veit av, at fakfeløgini kalla frumatkvøðugreiðslurnar ódemokratiskar tí fyri at eitt semingsuppskot skal fella, skulu minst 75% av limunum taka lut í atkvøðugreiðsluni. Sostatt ber skipanin við sær, at tey, sum ikki taka lut í atkvøðugreiðsluni, verða roknað at hava atkvøtt fyri semingsuppskotinum.
Jan Mortensen sigur, at eru arbeiðarafeløgini ónøgd við atkvøðuháttin, ber tað til at broyta tað.
?Arbeiðsgevarafeløgini hava onki ímóti at reglarnar fyri frumatkvøðugreiðslu verða broyttar- í hvussu so er eitt sindur.
Hann sigur, at í Danmark eru reglarnar fyri frumatkvøðugreiðslu øðrvísi enn í Føroyum.
? Men har er tað kortini so, at er áhugin hjá fakfelagslimunum at taka lut í atkvøðugreiðsluni ikki nóg stórur, telur tað til fyrimunar fyri samfelagið og tað er at fáa ein enda á eini arbeiðsósemju, sum hann sigur.
Jan Mortensen sigur, at tað er avgjørt neyðugt, at broytingar henda nú, tí tað eru vinnur, sum als ikki bera til í Føroyum av teirri orsøk at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru so ótrygg.
Hann hugsar m.a. um Bitland verkætlanina, sum miðjar eftir at gera Føroyar til eina royndarstøð fyri nýmótans kunningartøkni.
?Tað ber ikki til at hava eina slíka royndarstøð, sum liggur lamin í ein mánað, sigur Jan Mortensen.