Hetta heldur Føroya Arbeiðarafelag um heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum. - Mánadagin kom hetta aftur til sjóndar í greinum á heimasíðu teirra, heldur FA, sum eisini leggur dent á, at tað er ikki forkvinnan í FA, men fimm samd arbeiðarafeløg, sum eru í verkfalli. At løgtingið kemur uppí væntar Føroya Arbeiðarafelag ikki, tí tinglimir og samgongan hava gingið á odda viðvíkjandi lønarhækkingumArbeiðarafeløgini í verkfalli viðgera mánakvøldið 26. maj á felagsfundi, hvørt verkfallstiltøkini skulu herðast.
Eisini leggja feløgini dent á, at tá tað alt meira í fjølmiðlum verður gjørt til, at tað er Ingeborg Vinther, sum er í verkfalli og fær ?heiðurin? av tí, ið stendst av hesum, so er hetta ikki sannleikin.
- Tað eru fimm samd arbeiðarafeløg, sum eru í verkfali, vísa arbeiðarafeløgini á.
Løgtingið neyvan uppí
- Arbeiðsgevararnir nýta skitin vápn. Ósannindi og nógv av tí, sum kemur fram er so skitið og rotið og sera langt úti, sigur Ingeborg Vinther.
- Tað síðsta er at síggja á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum í dag, mánadag, har arbeiðsgevarar vísa til oddagrein í Dimmalætting og siga, at Ingeborg Vinther vil hava Løgtingið uppí at lóggeva um nýggjan sáttmála. ?Hon biður um so stóran lúsing, so hon kann halda øðini í kóki nóg leingi til, at hon ikki fær misálit frá limunum á komandi aðalfundi?, verður endurgivið úr oddagrein úr Dimmalætting, sigur Ingeborg Vinther, sum blankt avvísur hesum tíðindum.
- Eg helt Dimmalætting vera óheftan fjølmiðil, men við slíkari skriving er blaðið góð hjálp hjá arbeiðsgevarunum, sigur Ingeborg, sum vísur á tað, hon segði á limafundinum á Nabb leygardagin.
- Har vísti eg á, at løgtingslimir neyvan koma sær at leggja uppí og eg tók hetta dømi: Í 1999 var ein tingmannaløn umleið 15.700 krónur. So samtyktu teir sær tænastumannaløn, uml. 25.400 krónur, umframt skattafrítt ískoyti, til frímerkir og annað, segðist. Eisini fáa teir skattafrítt kostískoyti, frá 26.000 til 99.000 árliga, alt eftir hvar ein býr í landinum. Harafturat er tænastumannapensjón, sum er væl hægri, en tað ein vanligur pensjónistur fær og tað er skattgjaldarin, sum rindar. Hesir tinglimir koma sær neyvan at lóggeva 2.75 um tíman til arbeiðaran, umframt eitt prosent í pensjón. So er eingin moralur á Føroya Løgtingi, sigur Ingeborg Vinther, sum minnir á, at tað stórt sæð er sama samgonga sum situr í dag, sum sat taá..
- So tá arbeiðsgevarar og Dimmlætting vísa til, at Føroya Arbeiðarafelag ella Ingeborg Vinther vil hava løgtingið uppí, so er hetta ikki sannleikin, vísur Ingeborg Vinther á.
Arbeiðsgevarar vilja rinda lønarhækking
- Annað á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum mánadagin er, at teir vísa á, at bert 5,8 % av limunum vrakaðu uratkvøðuna á limafundinum leygardagin. At 700-800 limir møta á fundi má sigast at vera sera, sera gott og dyggur stuðul. Jan Mortensen í Vinnuhúsinum hevur kanska gloymt, at tann ið tigur, hann samtykkjur, og eg haldi eisini at vit vita betur hvat okkara limur halda, enn Vinnuhúsið, sigur Ingeborg Vinther, sum vísir á, at samtyktin á limafundinum um at havna uratkvøðu var einælt.
Góða mamma tað var ikki eg
- Hvør hevur kroyst arbeiðarafeløgini út í eitt verkfall? Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag við síni stívrendu støðu og teir unna ikki verkafólki eina rímuliga tímaløn, sigur Ingeborg Vinther.
- Øll vita, at fleiri av limunum hjá FAG hava úttalað seg um, at teir heldur hava ráð at gjalda timalønina, enn at virkini standa still. Ein teirra sigst enntá vera nevndarlimurin í FAG, Bergur Poulsen, sigur Ingeborg Vinther.
- Jan Mortensen í Vinnuhúsinum hevur helst gloymt, at teir eru partur av verkfallinum og hava høvuðsábyrgdina. Nú spæla teir góðir dreingir og geva øðrum skuldina. So gera smádreingir, sum plaga at siga ? góða mamma tað var ikki eg, men hini hava skuldina?, sigur Ingeborg Vinther, sum vísur á, at arbeiðsgevarar ikki smæðast við at bróta verkfallið við at føra vøru til landið við Norrøunu og øðrum skipum og bátum.