Arbeiðsgevarar kanna blokadu

Arbeiðsgevarafelagið er farið at kanna hvussu umfatandi blokadurnar eru, sum teir siga eru ólógligar

Verkfall

Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú farið at kanna eftir, hvussu umfatandi blokadurnar ímóti teimum ymsu fyritøkunum og arbeiðsplássuni eru.
Sìðani verkfallið varð lýst, hava arbeiðarafeløgini blokerað seraliga heilsølur og vørugoymslur.
Jan Mortensen á Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at arbeiðsgevararnir fara ikki at gera nakað við blokadur, sum hava til endamáls at forða fyri at vøra sum so verður flutt.
Men at forða fólki, sum vanliga plaga at heinta sínar vørur, at gera tað, nú verkfall er, er ólógligt.
Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at handilsmenn sjálvi heinta vørur frá heilsølum og av goymslum og at tað eisini er vanligt, at handverksmeistarar sjálvur heinta timbur og tilfar frá timburhandlum.
?Og at nokta teimum tað, nú verkfall er, er ólógligt, sigur Jan Mortensen.
Hann sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú farið at kannað eftir, hvussu umfatandi tær ólógligu blokadurnar eru.
Men um meiri skal gerast við málið, er ikki viðgjørt enn.
Men hann væntar ikki, at arbeiðsgevarafelagið fer at taka stig til at melda .
? Men eru tað fyritøkur, sum føla seg gingnar ov nær, stendur tað teimum sjálvsag frítt fyri at biðja løgregluna hjálpa sær við trupulleikanum, sigur hann.
? Annars er tað greitt staðfest at tað er ólógligt at blokera vegir. At so Arbeiðarafeløgini siga, at tey ikki leggja nakað í tað, má standa fyri teirra egnu rokning, sigur Arbeiðsgevarafelagið

Væntar boð
Fyrrapartin í gjár høvdu arbeiðsgevararnir enn onki hoyrt frá semingsmonnunum. Men teir sótu framvegis og bíðaðu.
Spurningurin er so, um nakað er at samráðast um enn.
Jan Mortensen endurtekur, at arbeiðsgevararnir vilja undir ongum umstøðum tosa um eina lønarhækking ið íkist tí, sum arbeiðarafeløgini hava kravt.

Ikki fleiri undantøk
Arbeiðarafeløgini bíða eisini.
Georg Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at verður tað neyðugt at herða blokadurnar, verður tað gjørt, men enn hevur tað ikki verið viðgjørt.
Hann sigur, at verkfallið merkist meiri og meiri fyri hvønn dag, sum gongur. Nú eru bussarnir hjá bygdaleiðum og postbilarnir við at verða settir.
Og Georg Hansen sigur, at tey fáa ikki undantaksloyvi til at fylla tangarnar.
Hinvegin fáa strandfaraskipini undantaksloyvi til at bunkra olju.