Atgongumerkini til fyrilesturin við Bill Clinton og Hans Blix verða í fyrsta umfar bert seld limum í Føoroya Arbeiðsgevarafelag Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.
Orsøkin til hetta er, at áhugin fyri tiltakinum hevur verið sera stórur, og tí vil Arebiðsgevarafelagið fyrst og fremst geva sínum egnu limum hendan møguleika.
Tey atgongumerki, sum eru eftir, verða seld í almennari sølu í komandi viku. Lýst verður í bløðunum og her á heimasíðuni seinni í vikuni.
Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 5.000 krónur.










