Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag halda fram við somu nevndum. Fríggjadagin helt Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund. Á skránni var nevndarval. Fyri vali stóðu Magni Arge og Meinhard Jacobsen, og báðir vórðu afturvaldir.
Nevndin hevur síðani skipað seg og heldur fram sum undan aðalfundinum við Jóhan Páll Joensen sum formanni og Kristoffuri Laksá sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Bergur Poulsen, Jón Danielsen og Hákun Djurhuus, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Havnar Arbeiðsgevarafelag helt eisini aðalfund fríggjadagin. Har stóðu Høgni Hansen og Hákun Djurhuus fyri vali hesaferð, og teir vórðu afturvaldir.
Nevndin er tískil óbroytt. Hákun Djurhuus er formaður, Joel undir Leitinum næstformaður, og hinir í nevndini eru Gunnar Mohr, Árni Joensen og Høgni Hansen.