Arbeiðsgevarafelagið vil sleppa undan stuðli

Kjak hevur tikið seg upp um studning til vinnu, og nú sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at hetta er ikki eitt nýtt sjónarmið hjá felagnum, at vilja sleppa undan stuðullskipanum

- Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur við grundarlagi í vinnupolitikki felagsins heilt frá 1990’unum havt tey sjónarmið galdandi fyri alla føroyska vinnu, at tað er avlagandi at lata vinnuni studning. Málið er, at vinnan skal gerast stuðulsfrí og kappingarfør mótvegis umheiminum og virka undir tryggum og kendum kørmum, sigur felagið.


Felagið leggur afturat, at í løtuni er føroyska handverksvinnan undir sera stórum trýsti. At eftirspurningurin eftir tænastum frá byggivinnuni er minkaður munandi, og at útlendskar fyritøkur fáa arbeiðini um landið. Avleiðingin er, at fyritøkur steðga, og fólk gerast arbeiðsleys. Hóast støðan er álvarsom, metir Arbeiðsgevarafelagið ikki, at tað er rætt at geva hesum parti av vinnuni studning.


Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir eisini á, at tað tekur ikki undir við sokallaðu fiskavirkisskipanini og heldur, at henda skipan eigur at takast av. Somuleiðis vísir Arbeiðsgevarafelagið á í vinnusjónarmiðunum frá 2002, at flutningsstuðulin er óheppin og avlagar flutningsmynstrið fyri fisk. Sannroynd er, at eftir, at skipanin við flutningsstuðli kom, hava flutningsfeløgini miðsavnað fráferðirnar frá meginøkinum í Føroyum og sigla ikki í sama mun um landið at heinta vøru til útflutnings.


- Stuðul til ávísar partar av vinnuni hevur ávirkan bæði á samfelagið sum heild, men eisini á aðrar vinnur. Føroya Arbeiðsgevarafelag umboðar meginpartin av føroyskari vinnu, og metir tað tí ikki bert sum sín rætt, men eisini sum sína skyldu at boða frá sjónarmiðum felagsins í hesum sambandi.

Felagið Trolskip hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at felagið sær nakrar møguleikar fyri tillagingum. Hetta er at fegnast um og vísir vilja til at taka ábyrgd, sigur Arbeiðsgevarafelagið.