Arbeiðsfólkið vil ? ikki feløgini

Tað verður eingin matarsteðgur á Fiskavirking á Toftum fyribils. Døgurðatímin verður óbroyttur, og fólk noyðast framvegis at arbeiða til klokkan 17 í staðin fyri til klokkan 16.10, sum skotið varð upp. Ein meiriluti av arbeiðsfólkinum valdi hesa loysn, men feløgini siga nei.

Eftir øllum at døma verður døgurðatímin hjá arbeiðsfólkinum á Fiskavirking á Toftum ikki broyttur til matarsteðg fyribils. Hetta er greitt eftir fund, sum hevur verið í Arbeiðsmannafelagnum á Toftum. Enn hevur leiðslan á virkinum á Toftum ikki fingið skrivliga svarið uppá brævið, ið sent var lokala felagnum og meginfelagnum, FA. Men arbeiðsfólk og álitisfólk, sum vóru við á fundinum, siga, at felagið vil ikki góðtaka, at arbeitt verður til kl. 16.10, so kaffisteðgirnir hjá arbeiðsfólkinum fyri og eftir døgurða kunnu verða 15 minuttir í staðin fyri 10, sum leiðslan metir er órealistiskt.

"Bólturin" nú hjá feløgunum
Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari, sigur, at leiðslan saman við álitisfólkunum hevur gjørt sítt uppskot, sum ein meiriluti av arbeiðsfólkinum hevur góðtikið, men nú felagið ikki vil ganga sínum egnu limum á møti, liggur "bólturin" hjá teimum.
- Vit mugu bara ásanna, at felagið góðtekur ikki at ganga sínum egnum limum á møti, og tískil verður døgurðatímin ikki broyttur til matarsteðg, so fólkið sleppur ein lítlan tíma fyrr til hús ? ikki fyribils í hvussu er.Birgir heldur tað vera spell, at eitt so lítið mál verður gjørt til eitt prinsippmál hjá feløgunum, tí her er tað arbeiðsfólkið, sum velir sín egna "innrætning" á arbeiðsplássinum.
- Eg haldi tað vera stórt spell, at feløgini í slíkum føri skulu síggja arbeiðsgevaran sum sín "fígginda" og ikki við-part. Haldi, at feløgini í størri mun skuldu hugt inn í seg sjálvi. Mær vitandi vil eingin føroyskur arbeiðsgevari "útnytta" arbeiðsfólkið, soleiðis sum feløgini tykjast bera ótta fyri, tí tey halda seg missa okkurt.

Ikki nøkur óhøvisk loysn
Spurdur, um tað kann hugsast, at okkurt annað uppskot um at broyta døgurðatíman til matarsteðg kemur á borðið í næstum, sigur virkisleiðarin, at tað væntar hann ikki.
- Hetta var eitt uppskot, sum leiðsla og álitisfólk gjørdu í felag, og sum ein meirilutu av arbeiðsfólkinum samtykti. Hetta var ikki nøkur óhøvisk loysn. So, nú haldi eg, at limirnir noyðast at hyggja uppá sítt egna felag, sigur Birgir Nónsgjógv og vísir á, at fyribils verður eingin broyting í døgurðatímanum.
Uppskotið hjá leiðsluni og álitisfólkunum var at hava ein matarsteðg millum kl. 12 og 13 uppá 20 minuttir, 15 minuttir kaffisteðg fyri døgurða og 15 minuttir eftir døgurða. Men fyri at gera hesa loysn møguliga, er neyðugt hjá arbeiðsfólkinum at arbeiða til kl. 16.10, so tey ikki missa inntøku. Tíðin eftir kl. 16.10 hevði so verið yvirtíð.
Men hetta verður nú av ongum.