Arbeiðsfólkið á Kósini: Uppundir hendur í fiski

? Vit arbeiða í tveimum vaktum alla hesa vikuna, men spurningurin er, um gólvini verða turr fríggjadagin, siga tey á Kósini

 

? Vit hava skítfult av fiski!

Hetta vóru greiðu boðini, vit fingu av Kósini mikumorgunin. Og rætt er tað.

Fýra línuskip og tríggir trolbátar hava landað til virkið hesa vikuna.

Polarstjørnan hevði 160.000 pund, Klakkur 145.000, Núpur 90.000 og Kvik hevði 110.000 pund.

Á Kósini siga tey, at slagið hjá línubátunum var toskur og hýsa, umleið helvtarbýtt.

Trolbátarnir, sum hava landað til virkið, eru Sæborg, sum hevði 65.000 pund, Gáshøvdið 25.000 og Varðin, sum hevði 30.000 pund.

Aftrat hesum keypti Kósin 100.000 pund á uppboðssøluni í Klaksvík síðsta fríggjadag og leygardag.

Arbeiða í vaktum

Á Kósini siga tey, at tað fer at standa á at fáa fiskin undan til fríggjadagin, hóast tey arbeiða í tveimum vaktum, frá kl. 8 á morgni til kl. 16 og frá kl. 16 til midnátt.

? Vit vóna, at gólvini verða turr, tá ið seinasta vaktin fer heim á midnátt fríggjakvøldið, men verða tey ikki tað, noyðast vit til arbeiðis aftur leygardagin.

So tey, sum tjena sínar pengar á Kósini, hava nóg mikið at hugsa um nú beint undan jólum.