Arbeiðsfólkið eigur heiðurin

- Uttan góð arbeiðsfólk, fært tú ikki góð úrslit, so eg má takka mínum arbeiðsfólkum fyri hetta, segði Edvard Mikkelsen, eigari av EM Asfalt.

Tað var asfaltliðið hjá EM Asfalti í Søldarfirði, sum vann heiðurin fyri at hava útint ársins besta asfaltavrik.

 

Umleið 110 fólk luttóku á Asfaltdegnum 2019, sum varð hildin á Hotel Føroyum í dag, har ein røð av framløgum um avbjóðingar og annað í samband við asfaltvinnuna vórðu hildnar.

 

Í fjør vann HJ Asfalt í Klaksvík heiðurin fyri besta asfaltavrik, sum var fyri asfaltering av Nýggjavegi í Klaskvik. Í ár streyk EM Asfalt í Søldarfirði so avstað við sigrinum fyri ársins besta avrik, sum er fyri asfaltarbeiðið av R.C. Effersøesgøtu í Havn.

 

Stjórin í EM Asfalti, Edvard Mikkelsen, var sum vera man fegin um avrikið, sum hansara arbeiðsfólk hava framt so væl, at tey vunnu heiðurin fyri 2018.

 

- Uttan góð arbeiðsfólk, fært tú ikki góð úrslit, so eg má takka teimum fyri hetta, segði Edvard Mikkelsen, tá hann og asfaltlið hansara høvdu tikið ímóti heiðursbrævinum á Hotel Føroyum í dag.

 

Í grundgevingin fyri at lata EM Asfalti heiðurin fyri besta asfaltavrik í fjør, skrivar dómsnevndin soleiðis:

 

"Arbeiðið er væl gjørt. Vegbreytin er sløtt og einsháttað. Longdarsamlingin er løgd skilagott í mun til ferðsluna, og valdi arbeiðshátturin er góður. Harumframt er arbeiðið við brunnum og ristum væl gjørt.”

 

Trý arbeiðir vóru í kapping um at vinna heiðurin. Umframt EM Asfalt, sum gjørdist vinnari, vóru tvey arbeiðir hjá HJ Asfalt við í kappingini um heiðurin. Annað fyri asfaltarbeiðið í Kunoyartunlinum, og hitt fyri asfaltering av landsvegnum við Tjørnunes norðan fyri Skipanes á Skálafjørðinum.

 

Í dómsnevndini fyri at kjósa ársins asfaltavrik sótu Albert Patursson, verkfrøðingur á Infrakervi, Landsverk, Dávur Johannesen, starvsfólk frá royndarstovuni hjá Framleiðsludeildini í Hundsarabotni, Landsverk, og Anders S. Johansen, produktteknikari og liðleiðari á royndarstovuni hjá NCC Industry í Danmark.

 

Hetta veit Landsverk at siga í dag. Um heimasíðuna - www.landsverk.fo - kann meira lesast um ymiskt, sum fór fram á Asfaltdegnum á Hotel Føroyum í dag.