- Tað er als ikki nøktandi, at arbeiðsfólkið á Kollafjørð Pelagic ikki hevur hjálm.
Tað er greiða niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum, sum í løtuni viðger ein skaða, sum var á Pelagic í gjárskvøldið.
Fleiri kassar á 20 kilo fóru um koll av einum krana í nógva vindinum. Tveir arbeiðismenn vóru raktir, og teir fóru á sjúkrahúsið beinanvegin. Skaðarnir vóru tíbetur ikki so álvarssamir.
Løgreglan váttar tilburðin, og arbeiðseftirlitið viðger málið í løtuni. Avgerðin verður helst tikin í komandi viku. Tað verður váttað, at arbeiðsmenninir fingu ikki trygdarskógvar og hjálm, og tað kann Arbeiðseftirlitið ikki lata fara framvið borðinum.
Teir góvust at arbeiða aftaná tilburðin.
Rás2 hevur ringt til umboð fyri Kollafjørð Pelagic, men tað verður víst til Aad de Jong, sum er stjóri í niðurlendska fiskivinnufelagnum Parlevliet & Van Der Plas. Hann er ikki at hitta.