Arbeiðseftirlit uttan heimildir

Hans Pauli Strøm vil hava greiði á, hví Arbeiðseftirlitið liggur at kalla lamið, tí tað ikki hevur nakrar kunngerðir at arbeiða eftir, eftir at nýggja arbeiðsumhvørvislógin kom í gildi í fjør.

 

Tað hevur gingið striltið hjá Vinnumálastýrinum at fylla út karmarnar í arbeiðsumhvørvislógini, sum kom í gildi í mai í fjør. So striltið, at málið nú er reist í einum fyrispurningi í løgtinginum.

Sambært nýggju arbeiðsumhvørvislógini skulu kunngerðir gerast, sum áseta reglurnar um arbeiðsumhvørvi á nógvum økjum. Talan er um umleið 40 kunngerðir, og nógvar teirra eru sera umfatandi. Men uttan kunngerðirnar er lógin ikki nógv verd, og hetta hevur Arbeiðseftirlitið gjørt vart við fleiri ferðir.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hví arbeiðið at snikka til kunngerðirnar gongur so seint. Sambært Arbeiðseftirlitinum var eingin kunngerð lýst við heimild í nýggju lógini átta mánaðir eftir, at lógin kom í gildi. Hetta gongur út yvir arbeiðið hjá Arbeiðseftirlitinum, sum ikki hevur nakað at halda seg til í sínum eftirlitsarbeiðið.

Hans Pauli Strøm heldur, at vit í dag eru verri stødd, enn áðrenn nýggja lógin kom í gildi, og hann vil hava Bjarna Djurholm at greiða frá, hvussu gongst við at gera neyðugu kunngerðirnar. Eisini skal Bjarni Djurholm greiða frá, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri eftirlitið, at ongar kunngerðir eru gjørdar. Hans Pauli Støm vil eisini hava at vita, hvussu nógv orka krevst fyri at fáa arbeiðið gjørt beinanvegin.

Javnaðartingmaðurin vísir á, at stjórin í Arbeiðseftirlitinum hevur sagt, at tað fleiri ferðir er komið fyri, at Arbeiðseftirlitið hevur tikið mál aftur, sum annars vóru brot á gomlu lógina um arbeiðaravernd. Orsøkin er væntandi kunngerðir á økinum.

- Støðan má tí metast at vera sera álvarslig fyri arbeiðsumhvørvið, sigur Hans Pauli Strøm í viðmerkingunum til fyrispurningin.