Í kirkugarðinum á Sandi eru fornfrøðingar komnir niður á ein áhugaverdan bygning. Eftir tí ið higartil er útgrivið, er bygningurin ca. 5 x 5½ metur til støddar. Møguliga er bygningurin frá tíðliga í víkingaøldini.
Símun Arge fornfrøðingur sigur, at hesin bygningur, eins og alt annað, sum higartil er funnið á Sandi, er sera áhugaverdur. Veggirnir eru so at siga órørdir, eldstaðurin sæst tíðuliga og ein góð renna, sum er opin, gongur gjøgnum allan bygningin.
Símun Arge heldur at bygningurin er ein arbeiðsbygningur, møguliga ein smiðja. Nógv hitasprongt grót er at finna í einum dunga, beint uttanfyri bygningin, sum eisini styrkir tankan um, at bygningurin er ein arbeiðsbygningur.
Í løtuni arbeiða 15 fólk við útgrevsturin, 12 teirra koma úr Bretlandi hini eru føroyingar.









