Tórshavnar kommuna samtykti 30. januar at seta ein arbeiðsbólk at lýsa fyrimunir og vansar hjá Tórshavnar kommunu at gera felags brennistøð.
Hon heldur, at í bólkinum skulu í minsta lagi vera fíggjarfólk, verkfrøðingur og onkur, ið hevur skil fyri orku og umhvørvi.
– Eingin tíðarfreist er ásett, nær bólkurin skal vera liðugur við sítt arbeiði, sigur Annika Olsen.
Verður tað í ár?
– Eg veit ikki enn, sigur Annika Olsen.