Ósemja hevur tikið seg upp millum Skála Handverkarafelag og leiðsluna á Skipasmiðjuni Skála um ein uppsøgn. Leiðslan sigur grundina til uppsøgnina vera manglandi arbeiði. Handverkarafelagið heldur hinvegin grundina vera fakligan aktivitet. Maðurin, sum er sagdur úr starvi, er nevndarlimur í handverkarafelagnum. Málið er latið Føroya Handverkarafelag til viðgerðar.
Formaðurin í Skála Handverkarafelag, Harald Østerø, váttar, at felagið hevur boðað øllum limum sínum á skipasmiðjuni á fund orsakað av hesi uppsøgnini. Hann sigur, at felagið góðtekur ikki framferðina hjá leiðsluni. Hann heldur ikki, at tann uppsagdi maðurin er sjálvsagt val at siga upp, um grundin veruliga er, at arbeiði manglar.
?Eg kann ikki mótmæla eini uppsøgn, sum er grundað á, at einki arbeiði er. Men eg haldi, at handan uppsøgnin hevur støði í onkrum heilt øðrum, sigur Harals Østerø, formaður í Skála Handverkarafelag.
Hann sigur, at ymiskt bendir á, at tað er okkurt annað mál, sum fyrr hevur verið uppi, sum nú kemur nevndarliminum afturumaftur.
Av skrivstovuni hjá Føroya Handverkarafelag verður váttað, at tey hava fingið hetta málið av Skála til viðgerðar.
Málið skuldi takast upp á fundi týsdagin, og har skuldi eitt nú løgfrøðingur eisini vera við.
Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmijuni á Skála, sigur við Sosialin, at hann hevur onga viðmerking til málið.










