Í morgun var eitt arbeiðsóhapp á smoltstøðini inni á Dølum á Viðareiði, tá ein maður fekk eletriskan stoyt, eftir at hava arbeitt á streymtalvu.
– Sjúkrabilur, løgreglan og arbeiðseftirlitið vórðu send á staðið, tá ein maður fekk elektriskan stoyt av skammlopi, og hann varð fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús til kanningar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Løgreglan veit ikki meir um umstøðurnar júst nú.