Beint eftir døgurða fekk løgreglan eina fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Skálafjørðinum.
Talan var um ein mann, sum var dottin í samband við okkurt arbeiði umborð á einum báti í Runavík. Sjúkrabilur bleiv sendur á staðið og løgreglan fór eisini at kanna málið.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at maðurin er dottin og lendur á harðari flatu á liðini ella økslini. Maðurin bleiv fyrst kannaður á staðnum, men tá Miðlahúsið tosaði við vakthavandi var enn ikki greitt, um maðurin varð fluttur á sjúkrahús ella ikki.
Løgreglan skal nú kannað, hvørjar umstøðurnar vóru til arbeiðsóhappið.