Gongdin vísir, at tað lága arbeiðsloysið stendur við. Tað sigur Hagstovan, sum nú hevur gjørt arbeiðsloysið fyri november upp.
Í august í fjør var arbeiðsloysið 1,1 prosent, men í september fór tað niður um eitt prosent, tí tá var tað 0.9 prosent. Og har helt tað sær bæði í oktober og í november.
##med2##
Í november í 2018, var tað 1,2 prosent av føroyingum, sum vóru arbeiðsleysir. Sostatt eru tað gott og væl 250 fólk, sum eru arbeiðsleys.
Í november var arbeiðsloysið 0,8 prosent hjá monnum og eitt prosent hjá kvinnum. Sama mánað í 2018 var tað eitt prosent hjá monnum og 1,4 prosent hjá kvinnum, so munurin ímillum kynini er minkaður eitt vet.
##med3##
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at meiri enn helvtin av teimum, sum eru arbeiðsleys, eru tað í minni enn tríggar mánaðir, so eru tey aftur í sving.
##med4##