Tí ræður um at vera á støðugum varðhaldi og at dubba seg leypandi, fyri ikki at verða yvirrendur av fremmandum skaðalárinum, ið kunnu hótta tilveruna hjá teimum, sum altíð hava búð og fara at búgva her segði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í menta- og undirvísingarmálum á fundi í Oljutinginum í farnu viku.
Hann boðaði í hesum viðfangi frá, at hann umhugsar at seta niður ein fylgjubólk av samfelagsfrøðingum og mentafólki, ið leypandi skal máta temperaturin og geva politiska valdinum góð ráð um, hvussu farast skal fram og hvussu skal stýrast ímillum boðar og sker, tá ið henda enn ókenda vinna tekur seg upp her á landi.
? Tað altavgerandi í øllum kolvetnismeldrinum er, at vit koma turrskøddir út úr honum aftur, soleiðis at vit eftir eitt møguligt oljuævintýr er liðugt, framvegis hava eitt siviliserað vælferðarsamfelag, sum tað er hugaligt og vert at búgva í segði landsstýrismaðurin.










