- Vit fara at kann eftir, hvussu vit kunnu koma ovurstóru nýtsluni av plasti, til lívs.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Hon ásannar, at plast er vorðin ein ovurstórur trupulleiki. Strendurnar eru avtakklaðar við plasti, sum rekur á land. Tað liggur plast av hoyballum, og annað plast, í hvørjari veit í bø og haga, og lívfrøðingar ávara ímóti, at magin á náta, og øðrum sjófugli er fullur av plasti.
- Hetta er ein trupulleiki, vit eiga at taka upp, staðfestir Sirið Stenberg.
Hon sigur, at nú verður farið undir at gera eina náttúruverndarlóg, og ein máti er at fáa nýtsluna av plasti upp í tað lógina.
Men ein annar máti er rætt og slætt at leggja avgjald á plast.
At leggja av á plast, er í samsvari við tað, sum varð samtykt á flokstingi hjá Tjóðveldi í Skopun fyrr í ár. Har legði Unga Tjóðveldi uppskot fyri flokstingið um at leggja avgjald á plast, og tað varð samtykt.
Tey vísa á, at tað eru eini 17.000 húski í Føroyum, og brúkar hvørt hús ein plastposa um dagin, svarar tað til yvir seks milliónir plastposa um árið.
Verður 1,50 króna í avgjaldi lagt á hvønn posta, gevur tað landskassanum níggju milliónir í inntøku, sum síðani eiga at verða markaðar til grøn átøk.
Tey vístu á, at hevði eitt slíkt átak hepnast líka væl í Føroyum, sum tað eydnast aðrastaðni, hevði nýtslan av plasti minka 90 prosent.
Í Tjóðveldi vóru eisini røddir frammi um rætt og slætt at bannað nýtsluna av plastposum.