Arbeiðið við útstykking er byrjað

Til jólar í ár verða sambært tíðarætlanini 13 nýggj grundstykki tøk at byggja á.

Arbeiðið við nýggju útstykkingini uppi á Vatnsryggi á Sandi er nú farið í gongd, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Tað veit Sands kommuna at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at fyrsta maskinan hjá Articon, sum skal gera hetta arbeiðið, er komin suður og er farin í holt við at reinsa helluna.

 

Tað verða 13 nýggj grundstykki í hesi útstykking, og sambært tíðarætlanini skal arbeiðið verða liðugt til jóla.

 

Á Sandi noyðast tey eisini at brynja seg, nú Sandoyartunnilin nærkast - við risafetum - sum tey í Sandoynni seinastu tíðina hava tikið til.