Arbeiðið við svimjihøllini seinkað

Ætlanin var, at svimjihøllin í Klaksvík skuldi lata upp aftur 1. mars komandi ár, men hetta fer ikki at halda

 

Klaksvík: Í vikuni var reisigildi í svimjihøllini í Klaksvík, sum stendur fyri stórari umvæling.

Fyrsta byggistig, sum kostar meira enn seks milliónir krónur, er í gongd, og tað ger, at svimjihøllin er stongd. Ætlanin var, at umvælda svimjihøllin skuldi lata upp aftur 1. mars komandi ár, men hendan ætlan fer ikki at halda.

Arbeiðið er nakað seinkað, men nú verður vónað, at svimjihøllin kann lata upp seint í mars ella tíðliga í apríl mánaði.

Tað var nógv eykaarbeiði av sperrunum til tekjuna, og tað hevur eisini verið trupult at finna nóg mikið av arbeiðsfólki í hesum døgum, tá ovmikið er at gera allastaðni.

? Eg vóni ikki, at arbeiðið verður meira seinkað, tí tað er umráðandi at fáa svimjihøllini í brúk aftur sum skjótast. Vit hava nógvar brúkarar og eitt svimjifelag, sum líða undir hesum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.


Óvist nær restin verður gjørd

Enn er eingin avgerð tikin um, nær víðari umvælingarnar av svimjihøllini í Klaksvík verða gjørdar. Teir pengar, sum eru settir av til svimjihøllina komandi ár, verða allir brúktir til fyrsta byggistig.

? Síðani mugu vit vita, um vit finna pláss til svimjihøllina í fíggjarætlanini fyri 2003, sigur Steinbjørn Jacobsen.

Fyrsta byggistig var átrokandi neyðugt, um svimjihøllin skuldu hava opið. Víðari umvælingarnar verða gjørdar fyri at dagføra svimjihøllina við hóskandi tilboðum til brúkararnar.

Tá svimjihøllin letur upp aftur, verða stóru kavavippurnar burtur, men kavihylurin verður framvegis í høllini, og minsta vippan kann framvegis brúkast.

Seinni er ætlanin at taka kavihylin burtur, og gera hyl við skreiðibreyt.