Arbeiðið við nýggja Smyrli gongur sína gongd

Strandferðslan er nú liðug við frágreiðingina um nýggja Smyril og hon er latin vinnumálastýrinum

Arbeiðið at fyrireika byggingina av nýggjum Smyrli gongur sum ætlað

Í hvussu so er sum Strandferðslan hevur ætlað.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at frágreiðingin við kravfestingunum til eitt nýtt suðuroyarskip er liðug, og hon varð latin vinnumálastýrinum týsdagin.

? Vit hava roknað við, at vinnumálastýrið skal brúka einar tríggjar vikur til viðgerðina.

Møguliga verður skipið latið til projekteringar samstundis, sum vinnumálastýrið viðgerð ætlanina.

? Tað kunnu vit gera, tí tað hevði ikki bundið okkum fíggjarliga á nakran hátt, sigur strandferðslustjórin.

Hann sigur, at hann veit um, at suðuroyingar eru eitt sindur ivasamir um ætlanin a at byggja eitt nýtt skip, sum líkist Smyrli, tí at umstøðurnar umborð verða nógvar ferðir betri, enn tær eru umborð á Smyrli, sum nú er.

Men sjálvur er hann framvegis sannførdur um, at eitt nýtt skip av tí vanliga slagnum er tann frægasta loysnin.

? Vit hava eisini viðgjørt loysnina við katamarani. ? Og vit hava boðað frá, hvørjar fíggjarliga avleiðingar og, hvørjar avmarkingar tað hevur við sær.

Hann sipar til, at kanningar hjá Strandferðsluni hava víst, at ein katamaranur fer at liggja eini 10% av tíðini fyri vegur.

?Vit hava fingið ein arbeiðssetning frá vinnumálasatýrinum.

? Og honum arbeiða vit eftir, inntil vit hava fingið eini onnur boð, sigur strandferðslustjórin.

? Men fáa vit so eini onnur boð frá vinnumálastýrinum, rætta vit okkum eftir tí.

? Vinnumálastýrið hevur fingið frágreiðingina um nýggja Smyril. So má vinnumálastýrið taka eina støðu.


Besta loysnin

Reidar Nónfjalll sigur, at hann er framvegis sannførdur um, at tann besta loysnin er at byggja eitt vanligt skip, soleiðis sum Strandferðslan hevur skotið upp.

? Alternativar loysnir hava bæði fíggjarligar avleiðingar og stórar avmarkingar i ferðasambandinum avmarkingar, tí ein katamaranur má avlýsa so ofta, sigur stjórin á Strandferðsluni.

?Ein katamaranur má avlýsa 10% av ferðunum fyri veður. Tvs, at hann kemur at liggja 30-40 dagar um árið.

? Og tað undrar meg, at suðuroyingar bráddliga vilja góðtaka at liggja við ongum skipið ein heilan mánaða um árið, tá ið vit vita, hvussu stórt rumbul stendst av at flyta eina fráferð einar tveir tímar ein sunnudag í sambandi við ymisk tiltøk.

Hann sigur, at tað, sum Strandferðslan hevur lagt stóran dent á, er at útvega suðuroyingum eitt gott og álítandi skip, sum kann sigla í at kalla øllum veðri og við at kalla øllum farmi.

? Tað er tryggleikin, vit hava lagt størstan dentin á.

? Skulu vit tosa um fleiri ferðir ímillum Suðuroy og Havnina, standa vit upp ímóti íløgum, sum eru so stórar, at har kann Strandferðslan yvirhøvur ikki vera við. Tað er ein politiskur spurningur, um vilji er til at brúka so nógvan pening til endamálið.

? Tað kann strandferðslan ikki arbeiða útfrá uttan víðari, tí vit hava ein fíggjarligan karm at halda okkum til.

Hann heldur tí framvegis fast við, at eitt vanligt skip er besta og tryggasta loysnin.

? Hvat so kann koma afturat av ymsum øðrum møguleikum við katamarani, tyrlu ella flúgvara, er ein politiskur spurningur, men tað kostar. Og tað kostar nógv sigur Reidar Nónfjall.

? Vit hava ein avgerandi faktor, sum eitur veður og vindur.

? Tað fáa vit onki gjørt við, men tað hevur týdning at virða tað.

?Tí haldi eg, at tað hevur týdning at hugsa um tryggleikan, leggur strandferðslustjórin afturat.