Tað gongur spakuliga framá í boringini av undirsjóvartunlinum, ið skal samanbinda høvuðsstaðin og Skálafjørðin. Arbeiði hevur ligið stilt um jólini, men nú er arbeiði byrjað aftur, upplýsir P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.
Á Hvítanesi byrjaðu teir ikki at spreingja aftur fyrr enn fyrrakvøldið, av tí at teir hava gjørt fyrstu 600 metrarnar av koyribreytini inni í tunlinum. Á Hvítanesi hava teir sprongt fimm metrar í viku 1 og íalt 1.517 metrar, upplýsir P/F Eystur- og Sandoyartunlar.
Á Strondum hava teir hildið á við rundkoyringini. Móti Rókini og móti Hvítnesi eru nú umleið 15 metrar boraðir. Væntandi verður rundkoyringini liðug í viku 2, verður upplýst.
Í alt eru sprongdir 3.172 metrar av Eysturoyartunlinum.