John Johannessen
Tey, sum umboðaðu fakfeløgini í arbeiðsbólkinum, ið skuldi fyrireika ein almennan barnsburðargrunn hava lagt hetta arbeiði á hillina. Orsøkin er, at tey onga samsýning fáa frá almennu myndugleikunum fyri tað, tey gera.
Ætlanin var, at arbeiðsbólkurin skuldi vera liðugur við arbeiði sítt áðrenn summarfrítíðina, soleiðis, at grunnurin kundi setast á stovn í ár. Men hetta verður helst ikki veruleiki.
Kortini eru fólk tó ikki heilt givin at fyrireika barnsburðargrunnin. Tí enn arbeiða embætisfólk í Vinnumálastýrinum við hesi ætlan. Men landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum, Finnbogi Arge, vísir á, at Vinnumálastýrið hevur avmarkaðar kreftir. Tí kann ikki væntast, at arbeiðið fer at ganga eins skjótt fyri seg, sum tað hevði gjørt, um arbeiðsbólkurin var virkin.
Fíggjarmálastýrið
skal gjalda
Hóast tað er landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum, ið hevur ábyrgdina av arbeiðinum við at seta á stovn ein almennan barnsburðargrunn, er tað Fíggjarmálastýrið, ið ger av, um arbeiðsbólkurin skal fáa samsýning ella ikki. Somuleiðis er tað Fíggjarmálastýrið, ið skal rinda hesa samsýning.
Men Fíggjarmálastýrið heldur ikki, at tey, sum umboða fakfeløgini í arbeiðsbólkinum, eiga at fáa samsýning fyri arbeiðið.
Fíggjarmálastýrið metir, at umboðini eiga at gera arbeiðið av náttúrligum áhuga. Grundgevingin fyri hesum er, at grunnurin nevniliga kemur limunum í fakfeløgunum til góða.
Landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum, Finnbogi Arge, hevur roynt at fingið Fíggjarmálastýrið til at rinda arbeiðsbólkinum samsýning, men hann hevur fingið at vita, at talan er um eitt prinsippmál.
Skilir Fíggjarmálastýrið
Hóast Finnbogi Arge hevur roynt at fingið Fíggjarmálastýrið til at rinda samsýning til arbeiðsbólkin, er hann samdur við Fíggjarmálastýrinum. Hann vísir á, at tá limirnir í arbeiðsbólkinum umboða ein ávísan áhugabólk, ið fær ágóða av arbeiðinum, gjørt verður í arbeiðsbólkinum, er tað heldur áhugabólkurin, ið eigur at rinda limunum samsýning.
Finnbogi Arge ger annars greitt, at hann heldur tað vera stóra skomm, at arbeiðið við almenna barnsburðargrunninum skuldi steðga upp av slíkari óneyðugari orsøk.
Kvinnufelagssamskipanin harmaðist eisini í bløðunum herfyri, um at arbeiðið at seta á stovn barnsburðargrunnin er steðgað.
At hendan samgongan skuldi seta á stovn almennan barnsburðargrunn er staðfest í samgonguskjalinum.