Miðnámsskúli í Vági
Arbeiðið at fyrireika arbeiðið at byggja miðnámsskúlan í Vági heldur fram, ótarnað av rumblinum ið er uppstaðið í kjalarvørrinum á ætlanunum um at flyta hann til Hovs.
Og tað allarfyrsta, sum tekniska nevnd í nývalda býráðnum skal taka støðu, er eitt søguligt mál og tað er byggiloyvið til miðnámsskúlan í Vági.
Dánjal Bjarkhamar er bæði formaður í teirri fráfarandi teknisku nevndini og teirri, sum tekur við í morgin, tá ið nýggja valskeiðið byrjar.
Og hann sigur, at nakrar dagar fyri jól sendi arkitektavirkið, sum fyrireikar skúlan, býráðnum skriva, har tað søkir um byggiloyvi til skúlan, vegna mentamálaráðið.
Saman við umsóknini eru so tekningar yvir skúlan.
Arkitektavirkið biðjur um eina skjóta viðgerð í býráðnum, tí ætlanin er at bjóðað arbeiðið upp á skúlan út um miðjan januar, ella um einar 14 dagar.
Týskvøldið skipaði býráðið seg við nýggjum borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndum eftir býráðsvalið í november. Les grein aðrastaðni í blaðnum um tað.
Og Dánjal Bjarkhamar ætlar at tað skal verða tann nývalda tekniska nevndin, sum fær høvi at viðgera umsóknina.
Hann sigur, at málið verður tikið upp beint eftir ársskiftið.
? Umsóknin um byggiloyvi til skúlan verður tað allarfyrsta málið, sum tann nývalda tekniskar nevndin fær til viðgerðar og skal taka støðu til.
Hann leggur afturat, at hann ætlar, at tekniska nevnd skal viðgerða málið skjót og taka eina skjóta avgerð, tí skal arbeiðið bjóðast út um miðjan januar, hevur tað skund at avgreiða byggiloyvið.
Annars hevur ljóðað, at landsstýrið hevur lagt arbeiðið at fyrireika skúlan á ís ímeðan spurningurin um at flyta hann til Hovs, verður viðgjørdur, men sambært hesum, verður arbeittvið byggiætlanini í Vági sum um onki var hent.
Dánjal Bjarkhamar veit sjálvsagt ikki, hvørja støðu tekniska nevnd kemur til, men tað er lítið at ivast í, at skúlin fær byggiloyvið.
Ætlanin er, at skúlin skal vera liðugur í 2006.